Ynskir tú eitt starv í vikuskiftum?

Roðin søkir eftir røktarfólkum at arbeiða í vikuskiftum.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Røktar­starvsfólk

Í Roðanum verður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá búfólkum og brúkarum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit stremba eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, brúkarar, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Tú fært

  • Góða upplæring
  • Spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastum
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving sum heilsurøktari
  • Útbúgving sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at veita eldri borgarum hjálp og røkt
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða í tvørfakligum toymi í menning
  • Jaligan hugburð
  • KT-førleika á brúkarastøði

Rokna tína løn her

Við at útfylla ynskta tímatalið um vikuna, kanst tú rokna út hvørja løn tú hevði fingið.
Útrokningin vísir grundlønina uttan 12% frítíðarløn og 15% í eftirløn.

Røktarfólk

Vaktir

2 tímar
0 tímar

Hvussu ofta ynskir tú at arbeiða?

Tímatal um mánaðin

  • Leygardag2 x 2 tímar
  • Sunnudag2 x 0 tímar
  • Tilsamans4.0 tímar
Tín mánaðarløn
672 kr.*
Umframt eftirløn (15%)
113 kr.
Umframt frítíðarløn (12%)
81 kr.

*Lønarútrokningin er bert vegleiðandi. Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið.

**Útrokningin av mánaðarlønini er treytað av, um tú nært at arbeiða eitt ella tvey vikuskiftir í einum og sama mánaða

Um okkum

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum.

Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Ofta settir spurningar